Rentur og valørreglar

Dagahugtøk

Valørdagur er tann dagur, sum verður nýttur, tá renturokning verður gjørd á inn- og útgjaldingum á einari kontu. Hesin dagur sæst á einum einstøkum teigi á kontuavritunum hjá Suðuroyar Sparikassa, og er ásett í sambandi við hvørja einstøku bóking.

Bókingardagur er tann dagur, har konturørslan er skrásett í KT-skipanunum hjá Suðuroyar Sparikassa. Hetta hevur við sær, at rørslurnar á tínari kontu verða settar upp eftir bókingardegnum. Bókingardagurin ávirkar ikki renturokningina.

Avgreiðsludagurer tann dagur, har tað verður goldið inn ella gjoldið út við avgreiðslukassan í Suðuroyar Sparikassa. Avgreiðsludagur og bókingardagur er vanliga tann sami. Avgreiðsludagurin hevur ikki týdning fyri renturokningina á kontuni. Gev gætur, at leygardagar, sunnu- og halgidagar, jólaftan, nýggjársaftan, flaggdagur og ólavsøkuaftan er eingin avgreiðsla í Suðuroyar Sparikassa.

Tiltaksdagur er tann dagur, tá tú hevur ræði yvir fluttari upphædd. Tiltaksdagurin hevur ikki týdning fyri renturokningina á kontuni.

 

Renturokning og valørreglur

Suðuroyar Sparikassi ger dagliga eina renturokning av hvørjari einstøku kontu. Tá tann dagliga rentan verður roknað, tekur Suðuroyar Sparikassi útgangsstøðið í valørdegnum fyri konturørslurnar. Valørdagurin verður ásettur eftir hesum høvuðsreglum:

  • Tá tú gert eitt inngjald við avgreiðslukassan, er fyrsti avgreiðsludagur eftir inngjaldingina valørdagur.
  • Tá tú fært goldið út reiðan pening í Suðuroyar Sparikassa, er avgreiðsludagurin valørdagur.
  • Tá tú tekur pening út við gjaldskorti ella hevikortum í sjálvtøkunum, er tann dagur, peningurin er úttikin, vanliga valørdagur.
  • Tann dag, tú flytir pening av kontuni, er avgreiðsludagurin valørdagur.
  • Tá tú í sambandi við gjaldskort slært inn tína persónligu kotu í handlum (tann tøkniliga skipanin), er tann dagur, kortið verður nýtt, vanliga valørdagur.
  • Tá tú nýtir kekkar ella váttar á gjaldskortnotu í sambandi við gjaldingar í handlum, er tann dagur, kekkurin ella gjaldskortnotan verður móttikin í einum peningastovni, valørdagur.
  • Um tú fært løn, almennar veitingar v.m., er avgreiðsludagur valørdagur.
  • Um tú fært aðrar flytingar frá einari kontu í einum føroyskum peningastovni, er fyrsti avgreiðsludagur, eftir at flytingin er móttikin og bókað í Suðuroyar Sparikassa, valørdagur.

 

Tilskriving av rentum

Suðuroyar Sparikassi tilskrivar rentur hvønn ársfjórðing og/ella hvørt hálva ár. Hetta verður gjørt við at leggja tær dagligu renturokningar saman, og verður samlaða góðskrivaða rentuupphæddin sett inn á kontuna. Samlaða skuldskrivaða rentuupphæddin verður tikin av kontuni.

Suðuroyar Sparikassi kann hava ásett, at smærri rentuupphæddir ikki verða tilskrivaðar á kontuna.

Í mun til áljóðandi rentusatsin, er tann árligi nominelli rentusatsurin treytaður av, hvussu nógvar rentutilskrivingar eru um árið á tínari kontu. Sum dømi svarar ein áljóðandi rentusatsur á 10% við fýra árligum tilskrivingum av rentum um árið, til ein árligan nominellan rentusats á 10,38%.