Einføld fíggjarætlan
Ein av teimum størstu avbjóðingum er at minnast til allar inntøkur og útreiðslur, sum ávirka okkara gerandisdag. Havi eg nú tikið hædd fyri eyka inntøkum/útreiðslum hendan mánaðin?
Einføld fíggarætlan gevur tær eitt greitt yvirlit yvir tær mánaðarligu inntøkurnar og útreiðslurnar.
Tá tú stovnar eina Einfalda fíggjarætlan, verður tú fyrst biðin um at upplýsa ymiskt um tíni viðurskiftir m.a. um tú hevur bil, bát ella heimabúgvandi børn. Út frá hesum upplýsingum, fært tú eitt uppskot til postar í Einføldu fíggjarætlanini.
Við at trýsta á ein fíggjarpost, ber til at inntasta upphæddina fyri hvønn post sær. Tá allar inntøkur og útreiðslur eru inntøppaðar, kanst tú velja at strika tómar fíggjarposar. Hetta gert tú við at velja Strika tómar fíggjarpostar.
Tað ber til eina og hvørja tíð, at leggja postar afturat og/ella strika postar í fíggjararkinum. Hetta gert tú við at velja Nýggj útreiðsla/Nýggj inntøka/Strika fíggjarpost.
Við at stovna Einfalda fíggjarætlan í Netbankanum, fært tú eitt greitt yvirlit yvir mánaðarligu inntøkur og útreiðlsur.
Ofta settir spurningar
Hvar geri eg eina fíggjarætlan?
- Innrita í Netbankan á telduni
- Vel “Kontur”
- Vel “Einføld fíggarætlan”
- Svara teimum innleiðandi spurningunum
- Einfølda fíggjarætlan kemur fram
- Trýst á teir postar - ein fyri ein - sum hava týdning fyri teg.
- Inntøppa upphæddina og vel gjaldsmánaðir.
- Vel “Goym og dagfør fíggjarætlan”
Einføld fíggjarætlan, við støði í inntøppaðu upplýsingunum, sæst nú á skerminum.
Eftir hetta liggur Einfalda fíggjarætlanin í Netbankanum undir “Kontur”, “Einføld fíggjarætlan”.
Seg teg í samband við okkum