Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Lønarflytingar
Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri jól: fríggjadagin 20. des. kl. 16.
Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri árslok: fríggjadagin 27. des. kl. 16.
Flytingar í Føroyum, Danmark og Grønlandi
Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa fyri jól: mánadagin 23. des. kl. 18.30.
Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa fyri árslok: mánadagin 30. des. kl. 18.30.
Flyting til kontu í øðrum peningastovni fyri jól: fríggjadagin 20. des. kl. 18.30.
Flyting til kontu í øðrum peningastovni fyri árslok: fríggjadagin 27. des. kl. 18.30.
Flyting sama dag fyri jól: mánadagin 23. des. kl. 11.
Flyting sama dag fyri árslok: mánadagin 30. des. kl. 11.
Her og nú flyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til.
Flytingar til/frá útheiminum – vegleiðandi minst 2 dagar
Flytingar til/frá útheiminum fyri jól: hósdagin 19. des. kl. 12.
Flytingar til/frá útheiminum fyri árslok: mánadagin 23. des. kl. 12.
Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd fyri árslok, er eitt gott hugskot at gera her og nú flyting, og flyting sama dag í seinasta lagi fríggjadagin 27. desember, soleiðis at peningastovnarnir hava møguleika fyri at hjálpa við møguligum rættingum/feilum á ársins síðsta bankadegi 30. desember 2024.
Upplatingartíðir
23. desember kl. 9.30-16.00
24.-26. desember Stongt
27. og 30. desember kl. 9.30-16.00
Vit lata upp aftur tórsdagin 2. januar 2025 kl. 9.30.