Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar

13. september 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum.

 

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.

 

Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

 

  • Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,20 %-stigum.

 

 

  • Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,20 %-stigum.

 

 

Broytingarnar koma í gildi 22. oktober 2024.

 

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.