Restskuldartrygging


    Restskuldartrygging er ein lívstrygging. Teknar tú eina Restskuldatrygging hjá okkum, tryggjar tú skuldina við einari ávísari upphædd, um so er, at tú skuldi doyð áðrenn 67 ára aldur.
  • Kann teknast av øllum millum 18-49 ár, ið hava lán í Suðuroyar Sparikassa.
  • Kann teknast fyri alla lániskuld og útgjaldið verður flutt inn á lánið.
  • Útgjaldið er tengt at skuldini í Suðuroyar Sparikassa, tó í mesta lagi kr. 1.000.000.
  • Tryggingin skal teknast innan tryggjaði fyllir 50 ár.
  • Góðkend heilsuváttan krevst.
  • Tryggingin verður útgoldin um tryggjaði doyr, áðrenn viðkomandi er fylt/ur 67 ár.
  • Tryggingarupphædd kann, frá byrjan, teknast upp til kr. 1.000.000 fyri hvønn tryggingartakara