Orkubetringarlán
Hevur tú keypt hús? Skalt tú útbyggja? Ella hugsar tú um at gera betringar í húsinum? So er tað helst eyðsætt at gera orkubetrandi íløgu, so útreiðslurnar til olju og/ella streym minka, og samstundis ert tú sum borgari við til at minka um CO2-útlátið.
Við at fáa heimið kannað og ráðgeving í hvussu tú kanst gera orkubetrandi íløgur, kanst tú minka um útreiðslurnar til olju og/ella streym.
Orkubetringarlán verður fíggjað sum bankalán, tó við lægri rentu enn eitt bankalán.
Nær skal eg hugsa um Orkubetringarlán
Kanst tú svara ja til eitt ella fleiri av nevndu spurningum, so er Orkubetringarlán nakað fyri teg
- Eru húsini ov lítið bjálvað?
- Hava tit ein gamlan ketil ella oljufýr?
- Heldur tú, at tit brúka ov nógva olju?
- Eru vindeyguni uttan orkurútar?
Nakrir fyrimunir við at gera orkuumvælingar
- Helst minni hitarokning
- Sunnari og meira fjálgt inniumhvørvi
- Kann økja um virðið á húsinum
- Minni ávirkan av hækkandi orkuprísum
- Minni CO2 útlát
Hugsa um orkuumvælingar, tá tú
- Keypir ella selur hús
- Útbyggir ella byggir um
- Skiftir tak, vindeygu ella líknandi
- Umvælir køk ella baðirúm
- Skiftir hitaverk
Tað er umráðandi at fáa ráðgeving um hvussu og hvat tú kanst gera orkubetrandi íløgur í, so útreiðslurnar til olju og/ella streym verða ein minni postur á fíggjarkontuni. Vit samstarva við Sp/f Melcon, ráðgevandi verkfrøðingar, sum eru tøkir at kanna heimið og geva góð ráð til orkubetrandi íløgur.
Á breddanum
Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Tryggja tær, at flytingar verða framdar fyri jól og nýggjár.
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Seg teg í samband við okkum