Fólkapensjónistur
Tá fólkapensjónin nærkast er umráðandi at minnast til, at tú sjálv/ur hevur ábygdina av at søkja um fólkapensjón. Niðanfyri sært tú, hvat er umráðandi at minnast til, tá ið tíðin nærkast
- Tú skalt sjálv/ur søkja um fólkapensjón - tað skulu øll, ið hava rætt til fólkapensjón. 3 mánaðir innan tú fyllir 67 ár, fært tú eitt bræv frá Almannaverkinum um, at tú skalt søkja um fólkapensjón. Les meira á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
- Vanligar treytir fyri at fáa fólkapensjón eru, at viðkomandi, ið søkir:
- er danskur ríkisborgari ella er gift/-ur við ella seinast hevur verið gift/-ur við donskum ríkisborgara
- hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi í 3 ár, tá ið viðkomandi var millum 15 og 67 ár
- hevur fastan bústað í Føroyum ella hýru við føroyskum skipi
- Tú kanst velja at útseta fólkapensjónina. Áðrenn tú kanst søkja um hetta mást tú hava søkt um fólkapensjón fyrst. Tað er eisini ein treyt, at tú arbeiðir í minsta lagi 1000 tímar um árið. Hetta svarar til uml. hálva arbeiðstíð. Viðbótin í fólkapensjónini er skattskyldug og inntøkan, ið tú hevur, verður javnað í viðbótini.
Seg teg í samband við okkum
Á breddanum
Kunning
Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Tryggja tær, at flytingar verða framdar fyri jól og nýggjár.
Kunning
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.