EftirlønarKonta
Tað er álagt øllum fult skattskyldigum upp til eftirlønaraldur at spara saman til egna eftirløn. Persónar føddir fyri 1. januar 1954 hava ikki skyldu at spara saman,
men kunnu sjálvbodnir gera hetta.
Í 2023 er kravið, at tú rindar í minsta lagi 9 % av lønini í eftirløn.
Eingin rentuskattur skal gjaldast av samansparingini og EftirlønarKontan er kreditorvard.
Inngjald, sum arbeiðsgevarin ger á EftirlønarKontuna, skal ikki roknast sum partur av skattskyldugu inntøkuni, tí arbeiðsgevarin dregur inngjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni, samstundis sum lønin verður flutt. Tað vil siga, at í hesum føri verður frádrátturin roknaður beinanvegin, og tær nýtist tí ikki at skráseta frádráttin í sjálvuppgávuni.
Fyri persónlig inngjøld eftir 1. januar 2014 verður frádrátturin fyri egnu inngjøldini á EftirlønarKontuna og avrokning av eftirlønarskattinum uppgjørd sama ár, sum ein partur av skattauppgerðini. Tú kanst draga alt inngjaldið á EftirlønarKontuna frá skattskyldugu inntøkuni.
Hevur tú lutvísa inntøku uttanlands, eigur tú at venda tær til TAKS fyri at fáa vegleiðing um frádráttarmøguleikarnar.
Útgjaldstíðin kann í fyrsta lagi byrja, tá tú nært fólkapensjónsaldur t.v.s. 67 ár. Og tað er tá tú avgerð, hvussu samansparingin skal útgjaldast.
Sum meginregla, so skal samansparingin verða útgoldin soleiðis:
- Í mesta lagi 15% í einum.
- Í mesta lagi 55% sum mánaðarlig útgjøld í minst 10 ár.
- Í minsta lagi 45% sum mánaðarlig útgjøld restina av lívinum.
Um so er, at tú sum kontuánari doyr, áðrenn útgjaldstíðin er byrjað og/ella áðrenn øll samansparingin er útgoldin, fellur útgjaldið – um onnur avtala ikki er galdandi - til tilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum.
Suðuroyar Sparikassi tekur einki ómaks- ella umsitingargjald fyri EftirlønarKontu. Tó eru tænastugjøld, um samansparingin verður flutt í annan stovn.
Tosa við tín kundaráðgeva og dagfør tína EftirlønarKontu. Um tú ikki hevur eina - stovna so eina hjá okkum.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Lat teg ikki lumpa – føroyskir stovnar og bankar í felags kunningarátaki ímóti snýti á netinum
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll
Seg teg í samband við okkum