PULS
13 ár og kortini ikki 100% vaksin, men tað forðar ikki fyri, at tú kanst ráða eitt sindur yvir tínum pengum.
PULS er til tín, ið er millum 13-17 ár og vilt liva lívið. Sum PULS kundi bjóða vit tær kontur, sum kunnu verða brúktar til útbúgvingarstuðul, løn, lummapengar - ja, júst tað, ið tú hevur hug til.Tú og foreldur tíni eru vælkomin í Suðuroyar Sparikassa at hoyra meira um PULS-tænasturnar.
Hvat hendir, tá ið eg fylli 18 ár?
Tá ið tú ert vorðin 18 ár, verður kontan broytt til eina 3 mðr. kontu, um ikki annað er avtalað. Men tú ert vælkomin at broyta Puls samansparingarkontuna til eina Framtíðarkontu, ið eisini hevur eina góða rentu. PULS nýtslukontan verður broytt til eina FOKUS nýtslukontu, og hevur tú eitt Mastercard Young kort knýtt at kontuni, verður eitt Mastercard Silvur kort bílagt tær.
Kann eg fáa eitt VISAkort sum PULS kundi?
Nei, tú skalt vera 18 ár fyri at fáa VISAkort
Á breddanum
Kunning
Rentubroyting
Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
17. oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.
Kunning
Søren L. Bruhn 50 ár
3. oktober verður Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, 50 ár.
Seg teg í samband við okkum