Realkredittlán

Tá tú skalt fíggja tín bústað, er ein møguleiki at taka eitt realkredittlán. 

Í samstarvi við DLR kredit í Danmark, bjóða vit realkredittlán við eini afturgjaldstíð á 30 ár.

Realkredittlán er grundað á lánsbrøv - tað er sostatt útboð og eftirspurningur á fíggjarmarknaðinum, sum avgerð hvør upphædd kann lænast og til hvørja rentu. Um tú ynskir at fíggjað títt heim við realkredittláni, so selur DLR Kredit lánsbrøv tína vegna á marknaðinum. Peningurin, sum kemur inn fyri lánsbræva søluna, fært tú sum realkredittlán. Tó kann eitt realkredittlán í mesta lagi vera 80% av virðinum av ognini.

Realkredittlán kann hava...

Fasta rentu

Við einum relkredittlán við fastari rentu, veitst tú alt lánitíðarskeiði rentuna, og gevur tær tann tryggleika, at tú veitst hvønn mánað hvør upphædd skal gjaldast til realkredittlánið. 

Um rentan á fíggjarmarknaðinum hækkar, so kanst tú leggja lánið um til ta rentuna, og so vil restskuldin á realkredittláninum minka. Og mótsatt, um rentan lækkar, so kanst tú leggja lánið um til ta lægru rentuna.   

Skiftandi rentu

Realkredittlán við skiftandi rentu, veitst tú í mesta lagi 5 ár fram hvat renta er á tínum realkredittláni. Hvussu ofta renta verður broytt, avgerð tú, tá realkredittlánið verður stovnað.

Tú kanst velja at rentan skal broytast hvørt ár - hetta lánið eitur F1. Ella tú kanst velja at rentan verður broytt 5 hvørt ár, tað er eitt F5 lán. Lánið verður roknað av nýggjum, fyri hvørt tíðarskeið rentan verður fastsett.