Rentustuðul
Rentustuðul verður veittur eftir umsókn til lán til egnan bústað, í sambandi við keyp, bygging, umbygging ella -væling av bústaðinum.
Treytin fyri at fáa rentustuðul er at tú ert fult skattskyldug/-ur í Føroyum og býrt í húsunum.
Rentustuðul verður veittur fyri hvørt matrikulnummar, óansæð hvussu nógv eiga ognina.
Í sambandi við nýbygging verður rentustuðul latin fyri rentuútreiðslur í upp til 2 ár frammanundan at flutt verður inn í nýggja heimið. Gevið gætur at rentustuðulin verður útgoldin eftir at flutt er inn í nýggja heimið.
Hevur tú lestarlán frá Studna/SU, er eisini møguleika at søkja um rentustuðul, (Eisini verður rentustuðul veittur til lestrarlán frá Studna/SU,) eins og til øll lán veitt fyri 18. januar 1991.
Rentustuðul verður vanliga útgoldin mánaðarliga beinleiðis á kontu hjá tær í bankanum. Tú velur sjálvur hvør konta tað skal vera.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
17. oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.
Søren L. Bruhn 50 ár
3. oktober verður Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, 50 ár.
Seg teg í samband við okkum