Ferðatrygging við Mastercard

 

Við fleiri av sløgunum av bæði Mastercard Debitt og Mastercard Kreditt fylgja ferðatryggingar.

- Hetta merkir eitt nú, at um tú rindar ferð tína við einum Mastercard, sum hevur ferðatrygging, ert tú tryggjað eyka tryggleika við avlýsingartænastu, um tú ella ein av tínum nærmastu verða noydd at avlýsa túrin.

Harumframt hevur Mastercard Silvur (til tey 18-29 ára gomlu) tiltaksavlýsing, ið kann vera hent, um ein konsert, ið tú hevði ætlað tær til, verður avlýst.

Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Lokale Pengeinstitutter (LOPI) um hesar tryggingar.

Fá meira kunning um tryggingarnar, ið ymisku kortini fevna um, og treytirnar á leinkinum høgrumegin.