Mastercard og tryggingar

 

Við fleiri av sløgunum av bæði Mastercard Debitt og Mastercard Kreditt fylgja tryggingar: ferðatryggingar, longd vørutrygging og tiltaksavlýsingartrygging.

  • Hetta merkir eitt nú, at um tú rindar ferð tína við einum Mastercard, sum hevur ferðatrygging, ert tú tryggjað eyka tryggleika við avlýsingartænastu, um tú ella ein av tínum nærmastu verða noydd at avlýsa túrin.
  • Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og hvívørur verður longd við upp til 3 ár, treytað av kortslagnum. 
  • Silvurkortið hevur tiltaksavlýsingartrygging, sum merkir, at tú kanst fáa peningin afturgoldnan fyri konsertir ella onnur tiltøk, um so er at avlýst verður ella tú noyðist at avlýsa ella ikki kann nýta atgongumerkið orsakað av sjúku ella líknandi. 

Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Lokale Pengeinstitutter (LOPI) um hesar tryggingar.

Fá meira kunning um tryggingarnar, ið ymisku kortini fevna um, og treytirnar á leinkinum frá LOPI høgrumegin.