BústaðarLán
Hugsar tú um at keypa, byggja ella gera í stand egnan bústað, spyr so okkum. So finna vit saman hvat hóskar best til tín/tykkum.
Lániumsókn og treytir
Í samband við viðgerðina av eini lániumsókn verður serliga hugt eftir gjaldsvilja og gjaldsevni - herundir tiltøkupeningi.
Sum trygd fyri eitt bústaðarlán krevja vit trygd í ognini. Tað merkir, at Suðuroyar Sparikassi fær ein tinglýstan 1. veðrætt á ognini. Fyri realkredittlán fær DLR ein tinglýstan 1. veðrætt á ognini. Somuleiðis krevja vit, at ognin er tryggjað hjá einum tryggingarfelagi.
Bústaðarlán í Suðuroyar Sparikassa er vanliga býtt millum 1. og 2. veðrættar lán - munurin millum veðrættarnir er virðið á veðrættarstøðini og rentan.
Lán til egnan bústað gevur rætt til rentustuðul. Treytin er, at tú ert undir fullari skattskyldu í Føroyum og býrt í húsinum.