At skapa fíggjarliga grundarlagið undir eftirlønartilveruni
Hevur tú gjørt tær greitt, hvussu stórum fíggjarligum rásarúmi tú hevur tørv á, tá ið gevst at arbeiða? Tað er eitt gott hugskot at spara saman til eftirlønartilveruna við at seta pening av til eftirløn*, tí tá tú gevst at arbeiða, skal okkurt koma í staðin fyri lønina fyri at kunna svara øllum skyldum og hava ráð til at gera tað, einum lystir. Tískil er umráðandi at byrja tíðliga at spara saman til eftirløn*.
Tvær orsøkir til at byrja tíðliga at spara saman eru:
- Vit liva longri
- Vit liva longri og gerast eldri og tí er neyðugt, at eftirlønarsamansparingin skal røkka longri.
- Meira pening um hendi
- Jú fyrr, tú byrjar at spara saman, jú meira pening fært tú um hendi. Í Føroyum er sum kunnugt álagt øllum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til eftirløn. Hetta kom í gildi í 2014.
Á breddanum
Kunning
Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Tryggja tær, at flytingar verða framdar fyri jól og nýggjár.
Kunning
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.