At skapa fíggjarliga grundarlagið undir eftirlønartilveruni
Hevur tú gjørt tær greitt, hvussu stórum fíggjarligum rásarúmi tú hevur tørv á, tá ið gevst at arbeiða? Tað er eitt gott hugskot at spara saman til eftirlønartilveruna við at seta pening av til eftirløn*, tí tá tú gevst at arbeiða, skal okkurt koma í staðin fyri lønina fyri at kunna svara øllum skyldum og hava ráð til at gera tað, einum lystir. Tískil er umráðandi at byrja tíðliga at spara saman til eftirløn*.
Tvær orsøkir til at byrja tíðliga at spara saman eru:
- Vit liva longri
- Vit liva longri og gerast eldri og tí er neyðugt, at eftirlønarsamansparingin skal røkka longri.
- Meira pening um hendi
- Jú fyrr, tú byrjar at spara saman, jú meira pening fært tú um hendi. Í Føroyum er sum kunnugt álagt øllum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til eftirløn. Hetta kom í gildi í 2014.
Á breddanum

Kort
Kunning
Dankort parturin av Visa/Dankortinum nú tøkur í Apple Pay
Brúkar tú eitt VISA/Dankort í Apple Pay? Kanska hevur tú varnast, at eitt hámark hevur verið fyri, hvussu nógv tú hevur kunnað brúkt tilsamans um mánaðin

Kunning
Rentubroyting
Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar. Broytingarnar koma í gildi 16. apríl.