Tryggingar
Um okkurt óvæntað skuldi hent, er umráðandi at hava røttu trygginarnar.
LÍVSTRYGGINGAR
Tá ein av okkum doyr, hevur hetta stóra ávirkan á tey, ið eftir sita. Familjan hevur mist ein av sínum kæru, og ein heilt nýggjur gerandisdagur skal fáast at virka.
Hjá flestum okkara fyllir gerandisdagurin so nógv, at vit hvørki hava hug ella stundir til at hugsa um avleiðingarnar, skuldi okkara hjúnafelagi ella maki doyð.
Hendir tað óhugsandi, situr ein ikki bert eftir í sorg, men eisini við heilt øðrvísi fíggjarligum fyritreytum.
Hvussu verður fíggjarliga støðan hjá eftirsitandi, um eg doyggi áðrenn 67 ára aldur? Henda spurning eiga vit øll at taka upp við jøvnum millumbilum, fyri at tryggja okkum, at eftirsitandi ikki koma í fíggjarligt óføri, um vit skuldu doyð. Somuleiðis eiga vit at spyrja okkum sjálvi “hvønn ynski eg at tryggja og hvussu?”.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um bráðsjúkutrygging og lívstryggingarnar, ið vit bjóða í samstarvi við Betri Pensjón.
Bráðsjúkutrygging og lívstryggingar - í samstarvi við Betri
Restskuldatrygging
- Útgjaldið verður flutt inn á lánið
- Útgjaldið er tengt at skuldini í Suðuroyar Sparikassa
Viðskiftafólkatrygging
- Verður útgoldið uttan um búgvið
- Nýtist ikki at vera kundi hjá okkumfyri at tekna eina viðskiftafólkatrygging
Bráðsjúkutrygging
- Tryggingin verður útgoldin um sjúkan verður staðfest í tryggingartíðarskeiðinum
- Børn millum 28 dagar og 18 ár eru umfataði av tryggingini
Ofta settir spurningar/OSS
Hevur Suðuroyar Sparikassi egnar tryggingar?
Nei, men vit samstarva við Betri Pensjón um lívstryggingar og Betri Trygging og Trygd um aðrar tryggingar. Harumframt kanst tú fáa ymiskar tryggingar, um tú hevur ávís Mastercard. Fá nærri kunning um hetta her á síðuni
Hví er umráðandi at hava tryggingar?
Hvussu nógv kosta ávísu tryggingarnar?
Á breddanum
Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Tryggja tær, at flytingar verða framdar fyri jól og nýggjár.
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Seg teg í samband við okkum