Tryggingar

Um okkurt óvæntað skuldi hent, er umráðandi at hava røttu trygginarnar.

 

LÍVSTRYGGINGAR

Tá ein av okkum doyr, hevur hetta stóra ávirkan á tey, ið eftir sita. Familjan hevur mist ein av sínum kæru, og ein heilt nýggjur gerandisdagur skal fáast at virka.

Hjá flestum okkara fyllir gerandisdagurin so nógv, at vit hvørki hava hug ella stundir til at hugsa um avleiðingarnar, skuldi okkara hjúnafelagi ella maki doyð.

Hendir tað óhugsandi, situr ein ikki bert eftir í sorg, men eisini við heilt øðrvísi fíggjarligum fyritreytum.

Hvussu verður fíggjarliga støðan hjá eftirsitandi, um eg doyggi áðrenn 67 ára aldur? Henda spurning eiga vit øll at taka upp við jøvnum millumbilum, fyri at tryggja okkum, at eftirsitandi ikki koma í fíggjarligt óføri, um vit skuldu doyð. Somuleiðis eiga vit at spyrja okkum sjálvi “hvønn ynski eg at tryggja og hvussu?”.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um bráðsjúkutrygging og lívstryggingarnar, ið vit bjóða í samstarvi við Betri Pensjón.

 

Bráðsjúkutrygging og lívstryggingar - í samstarvi við Betri

lívstrygging 4-3

Kjarnutrygging

  • Serliga vælegnað til ógift
  • Verður útgoldið skattafrítt uttan um búgvið

Restskuldatrygging

  • Útgjaldið verður flutt inn á lánið
  • Útgjaldið er tengt at skuldini í Suðuroyar Sparikassa

Viðskiftafólkatrygging

  • Verður útgoldið uttan um búgvið
  • Nýtist ikki at vera kundi hjá okkumfyri at tekna eina viðskiftafólkatrygging

Bráðsjúkutrygging

  • Tryggingin verður útgoldin um sjúkan verður  staðfest í tryggingartíðarskeiðinum
  • Børn millum 28 dagar og 18 ár eru umfataði av tryggingini

Mastercard og tryggingar

Ferðatrygging við Mastercard

Við fleiri av sløgunum av bæði Mastercard Debitt og Mastercard Kreditt fylgja ferðatryggingar.

Tryggingar við Mastercard

Við ávísum Mastercard kortum fylgja ávísar trygginar

Ofta settir spurningar/OSS

Hevur Suðuroyar Sparikassi egnar tryggingar?

Nei, men vit samstarva við Betri Pensjón um lívstryggingar og Betri Trygging og Trygd um aðrar tryggingar. Harumframt kanst tú fáa ymiskar tryggingar, um tú hevur ávís Mastercard. Fá nærri kunning um hetta her á síðuni

Hví er umráðandi at hava tryggingar?
Heldur fyrivarin enn eftirsnarin. Soleiðis sigur orðatakið og tað skerst ikki burtur, at hetta er rætt. Ert tú tryggjað/ur, kanst tú fáa endurgjald, um tú skuldi verið úti fyri einhvørjum óhappi.
Hvussu nógv kosta ávísu tryggingarnar?
Tað veldst um, hvørjar tryggingar tú velur og hvørjar treytirnar fyri júst teg eru. Hetta kanst tú frætta nærri um við at venda tær til tryggingarfeløgini.